Telvingin um Eysturoyar- og Sandoyartunnil



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kaj Joensen

13.08.2013 - 14:18

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað verður dúgliga telvað í hesum døgum fyri at finna eina loysn á tunnilsmálinum. Í samgonguni er ósemja um, hvørt tað er rætt at lata eina privata fyritøku byggja, eiga og reka ein undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Eysturoynna.

- Eg taki ikki undir við privatu loysnini hjá Kára P. Højgaard. Tað haldi eg, at eg havi sagt týðiliga, sigur Bárður Nielsen, tinglimur hjá Sambandsflokkinum.

Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin, hevur eisini boðað frá, at hann fer ikki at atvkvøða fyri uppskotinum hjá Kára P. Højgaard.

Ein triðji samgongulimur, Jenis av Rana, er eisini ivasamur um privatu loysnina. Í einum lesarabrævi í gjár, sóknast hann eftir serfrøðingum, sum kunnu lýsa avleiðingarnar av, at eitt privat útlendskt felag fer við vinninginum, og hvat ein tunnil kemur at kosta brúkaranum.

Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á Jenisi av Rana. Vit ætlaðu at spyrja hann, hvussu hann fer at atkvøða, tá uppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur til atkvøðugreiðslu.

Ein annar samongulimur, Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin, fer ikki treytaleyst at stuðla privatu loysnini.

- Eg fari ikki at atkvøða fyri Eysturoyartunnilinum fyrr enn eg veit við vissu, at Sandoyartunnilin eisini verður gjørdur, sigur Brandur Sandoy, tingmaður hjá Fólkaflokkinum.

Ein undirsjóvartunnil til Sandoynna kann vera júst tað, sum loysir knútin fyri at fáa Eysturoyartunnilin gjørdan.

Á samgongufundi í seinastu viku var tunnilsmálið umrøtt. Eftir fundin boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, frá, at semja er um at gera ein privatan tunnil millum Eysturoynna og Streymoynna, og ein almennan tunnil millum Streymoynna og Sandoynna.

Tann semjan tykist vera ivasom og samgongan má helst leita sær hjálp hjá andstøðuni.

Gerhard Lognberg, úr Javnaðarflokkinum, tekur undir við hesari ætlanin og við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Páll á Reynatúgvu,Tjóðveldi, í gjár at tað er freistandi at taka undir við hesi ætlanini.

Men óansæð um Eysturoyartunnilin verður privatur ella almennur, so verður Sandoyartunnilin veruleiki innan stutta tíð.

Tað er Bárður Nielsen vísur í. Hann og Bjarni Djurholm hava latið Rættarnevndini eitt uppskot um at leggja undirsjóvartunnlarnar í eitt alment felag, og hetta felagið skal so byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Eitt uppskot, ið líkist tí sum Aksel Johannesen, Javnaðarflokkurin, og Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, hava lagt fyri tingið.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, væntar eisini, at Sandoyartunnilin verður bygdur í næstum.

- Eg eri vísur í, at Eysturoyartunnilin verður privatur, ella verður eingin tunnil bygdur. Í samgonguskjalinum stendur, at vit skulu finna eina loysn á suðurleiðini, og ósemjan um privatu loysnina framskundar Sandoyartunnilin, sigur Kári P. Højgaard.