Temakvøld um Suðuroyartunnilin

Tíðindaskriv

29.08.2017 - 10:14

Tíðindi > Suðuroy

Mánakvøldið 4. september verður temakvøld um Suðuroyartunnilin í Skúladeplinum í Suðuroy.

Løgtingið hevur samtykt verklagslóg fyri tveir undirsjóvartunlar, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin er byrjað, og eru nú boraðir meiri enn 1.500 metrar av tí tilsamans góðar 11 kilometra langa tunnlinum. Arbeiðið upp á Sandoyartunnilin, sum verður smáar 11 kilometrar, byrjar komandi ár, og skal verða liðugur í 2023.

Í politiska kjakinum um útbygging av infrakervinum hevur verið umrøða av, at sum framhald av Sandoyartunnlinum, eigur at verða farið undir Suðuroyartunnilin, soleiðis at fast samband verður millum Suðuroynna og meginøkið.

Fast samband við meginøkið er ein týðandi liður í at skapa framhaldandi menning í Suðuroynni. Landsverk hevur gjørt notat við uppskoti um Suðuroyartunnil, og Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, hevur eisini víst á, at skjøtil skal setast á arbeiði at fyrireika Suðuroyartunnilin.

Á temakvøldinum um Suðuroyartunnulin mánakvøldið, fer fyrst Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og borgarstjóri í Vági, at greiða frá gongdini í fólkatalinum og týdningin av sambandi við meginøkið.

Síðan verða upplegg frá Landsverk og Henrik Old, landsstýrismanni, áðrenn farið verður út í orðaskifti/kjak um evnið.