Tennisleikararnir ikki víðari í liðkappingini




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

25.06.2017 - 14:33

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Tað eydnaðist ikki føroysku tennisleikarunum á Gotlandi, Nicholas Petersson og Martin N. Simonsen at spæla seg víðari í liðkappingini.

Tenniskappingin fór fram í býnum Slite, sum liggur 35 kilometrar vestan fyri høvuðsbýin Visby.

Føroyar trektu Áland, sum vóru styrkismettir sum nummar fýra. Og styrkismetingin vísti seg at halda, og Áland spælir fjórðingsfinalu í morgin.

Áland vann báðar einmansleikirnar, og tí var ikki neyðugt við tvímansleiki.

Men eitt sindur var spenningi var áðrenn álendingurin Otto Byman hevði sligið Nicholas út. Nicholas vann fyrsta settið við tie-break, men tapti síðan annað sett 6-2. Í oyggjaleikahøpi er tað soleiðis, at tað ikki verður spælt eitt triðja sett, men ístaðin ein avgerandi tie-break, ein sokallaðan championship tiebreak, upp í 10. Henda tapti Nicholas.

Martin Simonsen tapti sín dyst móti Zacharias Forsström 6-1, 6-1.