Sterki áleyparin Dániel Böde stútar bóltin í mál til 2-1 sigurs (Mynd: EPA)

Tepurt tap í Budapest

Ingi Samuelsen

09.10.2015 - 00:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hóast fleiri av føstu leikarunum vóru leikbannaðir, so kom føroyska landsliðið hampuliga væl frá uppgávuni í Budapest í kvøld.

Seinasti útidysturin á hesum sinni endaði 2-1 til Ungarn.

Føroyar komu á odda við einum sera góðum máli, sum Róaldur Jakobsen skjeyt í 11. minutti. Hann varð hegnisliga spældur fríur av Jóan Símuni Edmundsson, fintaði bæði ein verjuleikara og málmannin og setti bóltin ósvikaliga trygt í ungarska málið.

Støðan 1-0 til Føroyar helt allan fyrra hálvleik. Ungverjar høvdu ikki nógv at bjóða uppá, og trýstið á okkara mál var ikki so stórt, sum flestu føroyingar høvdu væntað.

Tað gjørdist tað tó í øðrum hálvleiki. Tveir nýggir framherjar komu á vøllin í øðrum hálvleiki, og annar teirra, Dániel Böde, var meira enn føroyska verjan kundi standa ímóti.

Við tveimum góðum málum og onkrum føroyskum verjumistaki, legði Böde heimaliðið á sigurskós við málum í 63. og 71. minutti.

Móti endanum av dystinum fingu føroyingar aftur møguleika at seta Ungarn undir trýst, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Flestu føroyingar vóru samdir um, at Kaj Leo í Bartalsstovu átti at havt fingið eitt brotsspark við støðuna 1-1, eftir at hann varð spældur leysur av Jóan Símuni Edmundssyni, ið spældi ein framúr dyst í kvøld. Men pípan hjá dómaranum segði einki, og stutt eftir kom mál í hinum endanum.

Nú er bert eitt umfar eftir í okkara bólki, og tað verður spæld sunnudagin, tá Føroyar møta Rumenia á Tórsvølli.

Hinir dystirnir í bóki F í kvøld endaðu við, at Norðurírland á heimavølli vann 3-1 á Grikkalandi, meðan Rumenia og Finnland spældu javnleik 1-1 í Bukarest.

Støðan er nú tann, at norðurírar hava tryggjað sær EM-luttøku við 20 stigum, Rumenia hevur 17, Ungarn 16, Finnland 11, Føroyar 6 og Grikkaland hevur 3 stig.