Gamla Ternan í myndum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

15.12.2013 - 13:32

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Um stutta tíð hvørvur Strandfaraskipið Ternan og gerst til seym - ella okkurt annað sum gamalt jarn kann brúkast til. 

Ternan var í nógv ár álitið hjá øllum, sum ætlaðu sær til Klaksvíkar ella aðrastaðni í Norðoyggjum. Og tá norðoyingar høvdu ørindir sunnanfyri Lorvíksfjørð, so var tað Ternan sum sigldi teir um fjørðin.

Sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, so verður Ternan, ella Vípan sum hon eitur í dag, seld sum gamalt jarn. Seinastu uppgávurnar hjá skipinum hevur verið at sigla sum hjálparskip í samband við oljuvinnu.

Arbeiðið at petta skipið sundur verður gjørt á økinum hjá Runavíkar kommunu á Skála, og er tað Tórleif Hansen í Skálabotni, sum stendur fyri arbeiðinum. Hann hevur keypt Vípuna og næstu mánaðirnar, fara hann og tríggir aðrir at pilka alt innanúr skipinum, sum síðan verður skorið sundur og selt til eina týska stálverksmiðju.

Niðanfyri eru myndir av gomlu stoltu Ternuni, ið nógv minnast sum eitt gott ferðamannaskip. Myndirnar eru tiknar av millum annað Eilif Jógvansson, ið hevur tikið tær nýggjastu myndirnar. Myndafólkini, sum hava tikið tær eldru myndirnar eru ókend.

Lesarin er vælkomin at gera viðmerkingar, senda okkum søgur um Ternuna og at senda myndir frá tíðini við gomlu Ternuni. Merk teldupostin "Gamla Ternan" og send til myndir@knassar.fo

Les eisini: Seinasti túrur. Nú skal Ternan høggast upp

Ternan A 319. Strandfaraskip. Klaksvík.
BT: 241.00. NT: 75.00,
Longd: 36.61 m
Breidd: 7.52 m
Dýpd: 2.34 m
Ferðarfólk:
Summar: 116
Vetur: 50
Akfør: 8 - 12.
Ravmagn: 220 V Dc.
Maskina: Deutz. Framleiðsluár: 1960.
Maskinorka: 893 KW/1213 HK
Smíðistaður: Wawelsflath. Smíðiár: 1960.
Eigari: Føroya Landstýri.
Útgerðarmaður: Strandfaraskip Landsins. Tórshavn.