Tesla bilurin og Starman á veg móti oyðing

Ari av Rana

08.02.2018 - 13:31

Mentan > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Týskvøldið skrivaðu Elon Musk og SpaceX søgu, tá tey sendu eina rakett út í rúmdina við einum Tesla bili. Nú er rakettin á veg móti stórum trupulleikum.

Eftir ætlan skuldi rakettin við Tesla bilinum, astronautdukkuni Starman og tónunum til “Space Oddity” hjá David Bowie, flúgva til Mars. Men rakettin fylgdi ikki síni ætlaðu leið, og er nú á veg ímóti einum smágongustjørnubelti millum Mars og Jupiter.

Vandi er fyri samanstoyti í beltinum, men geislingin í rúmdini fer eisini at oyðileggja Tesla bilin, sum í stóran mun er gjørdu úr plastikki og kolfibur. Professari í evnafrøði á Universitetinum í Indiana, USA heldur, at bilurin, í hasum umstøðunum, ikki fer at halda í eitt ár, skrivar Live Science.

Nú rakettin fór av síni leið, er hon á veg ímóti minigongustjørnuni Ceres, men spurningurin er, um hon nakrantíð kemur so langt.

SpaceX ætlar seinni í ár at senda tvey rúmdarferðafólk á ferð til mánan. Stóra málið er at senda fólk til Mars.

Les eisini: Síðsta myndin frá Tesla-bilinum í rúmdini