(Mynd: EPA)

Texas rakt av ógvusligum ódnarveðri – Houston undir í vatni

Ingi Samuelsen

28.08.2017 - 08:01

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Í løtuni liggja gøturnar í stórbýnum Houston í amerikanska statinum Texas undir í vatni. Sambært veðurtænastuni hevur tað regnað 79 sentimetrar í økinum tey seinastu tvey samdøgrini, og vánirnar siga, at komandi dagarnar koma 127 sentimetrar afturat – talan er um søguliga ógvusligt grimdarregn, skrivar Danmarks Radio.

- Slíkt er ikki hent fyrr, og avleiðingarnar eru ómøguligar at meta um. Hetta ber yvir øllum, vit fyrr hava sæð, skrivar veðurtænastan á Twitter.

Higartil eru fimm fólk deyð orsaka av ógvusliga veðrinum, sum stavar frá ódnini Harvey. 250 motorvegir í Texas eru stongdir, og í Houston, ið er fjórðstørsti býur í USA, gera sjúkrahúsini seg nú til reiðar til at flyta sjúklingarnar burtur, boðar ABC News frá.

Danmarks Radio skrivar frá sínum manni á staðnum, at tað flýtur minst 30 sentimetrar av vatni á øllum gøtunum í miðbýnum í Houston. Minst 80.000 fólk hava mist streymin orsaka av skamlopum, og fleiri túsund fólk eru flutt burtur. 3.000 hermenn frá tjóðarhirðini og 5.000 bjargingarfólk eru komin til hjálpar. Eisini eru 600 bátar fingnir til vega eins og heitt verður á privatar bátaeigarar um at hjálpa til.

Bátarnir verða brúktir til at bjarga fólk úr bilum, úr húsum og av húsatekjum, har fólk eru strandað, og rópa eftir hjálp.

Tað er nátt i Houston nú, og tá tað lýsir fyri degi, fara íbúgvarnir at vakna upp til ein ruðuleikakendan mánadag har alir býurin liggur undir vatni, har onki ravmagn er og har alt alt virksemi er støðgað.

- Her er undantaksstøða. Tað er ikki møguligt at ferðast uttandura, og tí mæla myndugleikarnir fólki frá at fara út, sigur Steffen Krentz, tíðindamaður hjá Danmarks Radio.

Umframt nógva avfallið, ávara myndugleikarnir eisini móti melduródnum í nátt – og enn meira regn, serliga í býunum Houston, Victoria og Corpus Christi.