Jonas Gahr Støre, formaður fyri Arbeiderpartiet (Mynd: EPA)

Tey reyðgrønu fingu fleiri atkvøður, men taptu

Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 07:48

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

Hóast reyðgrøni vongurin í norskum politikki tapti valið í gjár, so vísir samanteljingin, at reyðgrønu flokkarnir hava fingið fleiri atkvøður.

Tá 95,1 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði borgarligi fongurin tilsamans 1.408.592 atkvøður, meðan Arbeiderpartiet, Sosialistisk Venstre, Rødt og Miljøpartiet De Grønne høvdu fingið 1.416.085 atkvøður.

Kortini fáa teir borgarligu flokkarnir níggju umboð fleiri á Stórtingi.

Orsøkin er norska valskipanin við valdømum, har tingsessirnir í teimum valdømunum, har tað ikki búgva so nógv fólk, ikki krevja eins nógvar atkvøður og í teimum økjunum, har nógv fólk búgva.

Tað er ikki óvanligt, at tapandi vongurin á valinum fær fleiri atkvøður enn tann vinnandi. Eitt nú fingu tey borgarligu í 2009 næstan 50.000 atkvøður fleiri enn tey reyðu, men kortini vóru tað tey reyðu, sum vunnu valið, og kundu skipa stjórn, skrivar NRK.