(Mynd: Wikipedia)

Tey sameindu kendu til jødatýningina longu í 1942



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

18.04.2017 - 14:52

Mentan > Mentan > Søga

Sameindu styrkirnar undir øðrum heimsbardaga høvdu kunnleika til hópdrápini av jødum hálvttriðja ár áðrenn annars hildið. Tær høvdu enntá fyrireikað ákærurnar fyri krígsbrotsverk móti Adolf Hitler og øðrum leiðandi nasistum.

Hetta skrivar The Independant, bygt á nýggjar upplýsingar frá ST, sum ikki hava verið alment atgeingiligar í 70 ár. Skjølini vísa, at so tíðliga sum í desember 1942 vistu stjórnirnar í USA, Bretlandi og Sovjetsamveldinum um, at minst tvær milliónir jødar vórðu myrdir og at fimm milliónir harafturat vóru í vanda fyri at verða dripnir.

Hóast hetta gjørdu londini einki fyri at royna at bjarga hesum fólkunum frá vandanum, skrivar The Independent.

Hinvegin segði Cranborn greivi, ið var ráðharri í stjórnini hjá Churchill, í mars 1943, at Bretland ikki skuldi taka sær av jødunum í Týsklandi, tí pláss var ikki fyri fleiri flóttafólkum í bretska ríkinum.

Upplýsingarnir eru at lesa í bókini ”Human Rights After Hitler”, sum bretski søgufrøðingurin Dan Plesch júst hevur givið út. Hann hevur fingið atgongd til ST-skjøl, ið hava verið hildin loynilig í 70 ár við atlitini til at byggja Týskland skjótt uppaftur eftir kríggið.

Kelda: The Independent