Thaysen: Okkara partur skal ikki liggja eftir

Ingi Samuelsen

13.08.2014 - 00:46

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

- Tað skal ikki vera orsaka av arbeiðinum hjá politinum í Føroyum, at grind ikki verður dripin í summar. Tað haldi eg, at tiltøkini í Hvalba í dag eisini prógvaðu.

Soleiðis segði Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, eftir at tað seinnapartin var greitt, at tað ikki bleiv til nakað grindadráp í dag, tí grindin, sum var funnin eystur úr Suðuroynni, kavaði og slapp.

So skjótt sum grindaboðini ljóðaðu, var eitt rættiliga stórt politistalið mobiliserað, og tyrla varð send til Suðuroyar við manning at taka sær av arbeiðinum.

Saman við grindaformonnunum, varð sandurin avbyrgdur, so at einans royndir grindamenn fingu atgongd til sandin, har grindin ætlandi skuldi gera landgongd.

- Vit eru fyrireikað til okkara uppgávu í sambandi við grindadráp, og okkara partur skal ikki liggja eftir, segði Peter Thaysen við portalin.

Á Facebook skrivaði Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, soleiðis meðan grindaboðini framvegis stóðu við: ” Nú vóni eg at grindadrápið fer at ganga væl, tí allar fyrireikingar eru gjørdar, sjálvt um tær ikki eru almennar.”