The Incredibles 2 slær øll met í USA



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

19.06.2018 - 22:05

Mentan > List > Filmslist

Leingi hevur verið bíðað eftir teknifilmurin frá Pixars, The Incredibles 2, sum er annar filmurin um superhetjufamiljuna, sum vit fyrst lærdu at kenna í The Incredibles frá 2004.

Teknifilmurin hevði frumsýning í amerikonskum biografum um vikuskiftið og ongantíð fyrr hevur ein teknifilmur selt atgongumerki fyri so nógvar dollarar fyrsta vikuskiftið. The Incredibles 2 seldi fyri heili 180 milliónir dollarar.

Við hesum seldi The Incredibles 2 fyri meiri enn Finding Dory, sum seldi fyri 135 mió. dollarar. Teknifilmurin er eisini nummar 8 á listanum yvir teir filmar, sum hava selt fyri mest dollarar fyrsta vikuskiftið.