Skermmynd frá "The Islands and the Whales"

The Islands and the Whales-leikstjórin kemur til Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

21.05.2018 - 11:50

Mentan > List > Filmslist

Sunnudagin 27. mai kl 16 fer skotski leikstjórin Mike Day at vísa virðislønta heimildarfilmin úr Føroyum "The Islands and the Whales".

Filmurin varð frumsýndur í Filmsfelagnum í august í 2016. Aftaná sýningina sunnudagin fer leikstjórin at svara spurningum í Paname Café og siga frá, hvussu móttøkan hevur verið úti í heimi, boðar Filmsfelagið frá.

Mike Day filmaði í Føroyum í fýra ár, frá 2011 til 2014. Tí kennir hann samfelagið og lyklafólk, sum hann hittir og letur siga teirra søgu, fyri og ímóti grindadrápi við egnum orðum í grindafilminum.

Sýningin er almenn og verður í Havnar Bio sunnudagin 27. mai kl 16:00. Atgongumerkjasølan er byrjað bæði á netinum og við skivuna í biografinum.

Meira um sýningina sæst her