Ryan Seacrest

The Oscars: Kvinnurnar gingu undan mannligum verti

Ari av Rana

05.03.2018 - 12:41

Mentan > List > Filmslist

Seinasta árið hevur verið sera nógv merkt av ákærum um kynsligan ágang í filmsídnaðinum. Tá Golden Globes varð hildið, valdu kvinnurnar at møta upp í svørtum klæðum, fyri at vísa sín stuðul til rørslur móti kynsligum ágangi, so sum #metoo og #timesup.

Til Oscar handanina í gjár lótu kvinnurnar seg í farvuríka kjólar, men fleiri teirra høvdu eina brosju, sum vísti teirra stuðul til rørslurnar.

Viðmerkjarar løgdu tó merkis til, at fleiri av kvinnuligu sjónleikarunum gingu undan mannliga vertinum á reyða teppinum, Ryan Seacrest. Ryan Seacrest er møguliga best kendur sum verturin í amerikansku sendirøðini American Idol, meðan hann eisini er maðurin handan reyality sendirøðina Keeping Up With The Kardashians

Fyrrverandi stylisturin hjá Seacrest, Suzie Hardy, hevur alment fortalt, at hon gjøgnum seks ár var fyri áhaldandi kynsligum ágangi frá mannliga vertinum. Sjálvur noktar Seacrest fyri at hanna skal hava gjørt seg inn á Hardy.

Oscar akademiið hevur havt stórar trupulleikar av hesari gøluni, sum hevur herja Hollywood seinasta árið. Millum annað varð Oscar siðvenjan um at vinnarin av besta mannliga høvuðsleikluti árið fyri, handar vinnaranum av besta kvinnuliga høvuðsleiktuti í ár, brotin. Hetta tí at Casey Affleck, sum vann betsa mannliga høvuðsleiklut í fjør, ikki luttók í ár, tí at hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnur.