The Shape of Water fekk flest Oscars-tilnevningar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.01.2018 - 07:44

Mentan > List > Filmslist

Fantasy filmurin hjá Guillermo del Toro, The Shape of Water, eru tilnevndur heili 13 Oscars standmyndir. Hetta er líka nógvar Oscars-tilnevningar sum eitt nú Lord of the Rings: The Fellowship of the Ring fekk.

The Shape of Water er tilnevndur heili 5 fleiri ferðir enn næsti filmur á listanum, krígsfilmurin Dunkirk.

Thee Billboards Outside Ebbing, Missouri, sum vann besta dramafilm á Golden Globes, er tilnevndur 7 ferðir, meðan Phantom Thread er heldur óvæntað tilnevndur 6 ferðir.

The Oscars verður hildið 4. mars 2018.