(Mynd: Ingi Samuelsen)

The Tarv: Nýggj sermerkt matstova letur upp í Vágsbotni í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.12.2017 - 11:45

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Talan er um eina matstovu í fínara endanum, sum í dag letur upp í gomlu goymsluhølunum hjá Poul Hansens Heilsølu í Vágsbotni í Havn.

Far ikki skeiv/ur av, at hølini eru rátt innrættað við berum betongveggum og fríttliggjandi innleggingum. Hóast tað sær rátt út, er kelað fyri øllum smálutum í nýggju matstovuni, sum er í tveimum hæddum umframt uttandura terassu, sum ætlandi skal vera í brúk árið runt.

Tað er – sum ikki einaferð – samtakið Gist&Vist hjá Hotel Føroyum og Johannesi Jensen, stjóra, sum stendur fyri The Tarv.

Talan er um eina grillmatstovu. Ikki eitt ’steakhouse’ tí tað er ikki bara kjøt og búffar á skránni, men eisini – í stóran mun – fiskur og skeljadjór. Allur tann heiti maturin verður matgjørdur á kolgrill, sum skilst við koli, ið er serinflutt av Kuba.

The Tarv er heldur ikki bara ein matstova, men kallar seg eisini eina kokkteylbar, ið hevur gjørt tað til eitt eyðkenni at borðreiða við serligum kokkteylum. Tá talan er um øl, verður The Tarv eisini nakað serligt. Trý øl verða at fáa, tann kenda Gullhorn-ølin frá Mikkeller, og so tvær serbryggjaðar Tarv-ølir, ið matstovan hevur bílagt úr Belgia. Møguleiki verður eisini at keypa kubanskar vindlar í barrini í The Tarv – nakað, ið nógvir roykjarar hava saknað seinastu tíðina. Men vindlarnir skulu roykjast uttanfyri.

Matarseðilin bjóðar upp á spennandi kjøt, innflutt úr bæði Bretlandi, Danmark, Amerika og Spania. Sumt av kjøtinum so væl hingið, at tað verður kallað visnað.

Sum sagt verður fiskur eisini eitt sereyðkenni fyri The Tarv. Eisini her alt á grill – kjálkar, lippur, saltfisk, laks, rækjur og hummarar. Kanska ikki slíkur fiskur, sum fæst aðrastaðni í Føroyum.

Afturat grillmatinum er eisini ein serlig viðskeradeild – The Tarv kallar tað sjarkuttarí (charcuteri) – har væl hingnar skinkur verða skornar í pappírstunnar flísar. Til ber at smakka skinku, ið er turkað í føroyskum hjallum, men eisini heilt serliga svarthógva skinku úr Spania, ið hevur hingið í fleiri ár. Eitt serligt smakkupplivilsi av teimum heilt góðu. Skerpikjøt verður eisini at fáa í hesi deildini av matstovuni og matarseðlinum.

Innboðin høvdu møguleika at smakka nakrar av góðbitunum, tá The Tarv helt sokallað ’soft opening’ í gjárkvøldið. Í kvøld letur matstovan upp fyri almenninginum. Wi Ounsa úr Tailandi er høvuðskokkur, Eydna av Fløtum er vertinna/høvuðstænari og Erik Reidarson Klein er barrleiðari.

Sigast skal tó, at prísstøðið í nýggju matstovuni er í dýrara endanum. Helst er tað bara Koks, ið tekur meira fyri matin.

Sí eisini blogg við fleiri myndum, sum Birgir Kruse hevur skriva um The Tarv