Mynd: EPA

Theresa May og norðurírski flokkurin gjørt stjórnaravtalu

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

26.06.2017 - 10:33

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, og forkvinnan í norðurírska flokkinum, DUP, Arlené Foster, eru samdar um eina stjórnaravtalu. Tað skriva fleiri bretskir miðlar. Ein avtala er skrivað, sigur Theresa May, sambært AFP.

Konservativi flokkurin er bundin av stuðlinum frá DUP fyri at hava meiriluta í bretska tinginum. Tað var greitt eftir at tey konservativu mistu meirilutan, tá tjóðartingsvalið fyrr í mánaðinum.