Theresa May skrivað undir Brexit-brævið

Sverri Egholm

28.03.2017 - 23:10

Tíðindi > Uttanlands - ES

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, skrivaði í kvøld undir brævið, sum setur grein 50 í Lissabon-sáttmálanum í verk. Tað vita bretskir miðlar.

Brævið fer úr Downing Street 10 og til Brússel í morgin, har ES forsetin Donald Tusk tekur ímóti. Hetta merkir, at ein freist á tvey ár er sett til samráðingar um, hvussu Bretland skal fara úr ES.

Tað var í juni í fjør, at 51,9% av bretum atkvøddu fyri, at Bretland skuldi fara úr ES. 48,1% av bretum atkvøddu ímóti, at Bretland skuldi fara úr ES.