Thomas Blachman (Mynd: DR)

Thomas Blachman flytir saman við X Factor til TV2

Ari av Rana

11.04.2018 - 13:23

Mentan > Undirhald

Væl umtókta tónleikakappingin X Factor, sum seinastu 10 árini er sent á Danmarks Radio í Danmark, verður frá næsta ár sent á TV2. Hugsandi er tí at broytingar verða framdar, men eitt er, sum ikki verður broytt. Thomas Blachman verður at síggja í X Factor aftur komandi ár.

- Har er eingin sending uttan meg. Tey kunnu gott sundurskilja DR og meg, men tey kunnu ikki sundurskilja X Factor og meg, sigur Thomas Blachman við TV2.

Thomas Blachman er fyrsta navnið, sum er almannakunngjørt í samband við sendingina á TV2.