Starvsfólk hjá Thor reiðaríinum vitja umborð á einum av flaggskipunum hjá PGS. Í miðjuni ein av stjórunum, Per Gulklett, sum fyri tað mesta arbeiðir í útheiminum vegna mongu av skipunum. Mynd Reidar Joensen

THOR við í umfevnandi seismikkverkætlan í Eysturkanada



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

17.07.2017 - 11:15

Oljan >


Ikki færri enn sjey av veitingarskipunum hjá Thor í Hósvík eru í løtuni til arbeiðsuppgávur saman við fleiri av seismikkskipunum hjá heimsins størsta seismikkfelag, PGS, á fleiri av heimsins høvum. Eitt teirra, Thor Magni, hevur fingið eina lyklauppgávu og er veitingarskip hjá trimum av risaskipunum hjá reiðaríinum í stórari verkætlan eystan fyri Kanada. “Vit í THOR eru sera stoltir av at verða ein strategiskur partnari í einari so stórari og umfatandi verkætlan,” sigur Per Gulklett, stjóri.

Stór verkætlan í Eysturkanada

PGS er millum kendastu seismikkreiðaríini í heiminum við tilsamans 10 skipum. Fýra av teimum eru systurskip av Ramform slagnum, eitt slag av super- ella megaskipum. Hesi arbeiða á øllum heimsins høvum. Ramform Titan, sum júst hevur verið í Føroyum, hevur í góðan mánað staðið fyri eini stórari seismiskari verkætlan eystan fyri føroyska markið. Eitt av hjálpar- og vaktarskipunum var Thor Assister hjá føroyska reiðaríinum Thor í Hósvík.

Hesi bæði frálandsreiðaríini, PGS og THOR hava eitt sera tætt samarbeiði, og tá THOR herfyri bygdi fýra sera framkomin veitingarskip til seismikkvinnuna, varð 10 ára sáttmáli gjørdur við PGS. Síðani hava teir fýra nýbygningarnir hjá THOR verið at meta sum hjartablóðið í flotanum, sum hevur latið veitingartænastur til seismikkskipini hjá PGS.

Ragnar Stangring, skipari á einum av flaggskipunum hjá PGS, Ramform Titan, sum nú um dagarnar varð á Fuglafirði, fegnast um góða samstarvið millum PGS og THOR og sigur, at nýggjastu THOR skipini eru framúr veitingarfør til teirra seismikkskip. Hann rósar føroyska reiðaríinum fyri tess professionella arbeiði og heldur nýggju THOR skipini vera tey bestu av hesum slag yvirhøvur. Tey hava eftir øllum at døma víst seg at liva upp til vónirnar og meira enn tað.

Hetta er so ein orsøkin til, at eitt av veitingarskipunum hjá THOR, Thor Magni, í løtuni er álitið í eini sera umfevnandi seismiskari verkætlan, har tað virkar sum veitingarskip hjá trimum av stóru seismikkskipunum hjá PGS, av nýggjasta Ramform slagnum. Hesi skjóta seismikk í einum stórum øki eystan fyri Kanada, har vónirnar til at finna olju og gass eru stórar. Ramform Titan, sum vitjaði í Føroyum, fór herfyri til Kanada at vera partur av hesi verkætlan, ið eisini fevnir um tvey av Ramform skipunum, Ramform Tethys og Ramform Sterling, ið longu hava verið til arbeiðis har í eina tíð.

Stolt at vera partur av slíkari uppgávu

Tað er ikki ein og hvør, sum fær eina slíka álitisuppgávu at vera veitingarskip hjá hesum trimum seismikkskipunum, ið arbeiða í slíkum avbjóðandi øki sum út fyri Eysturkanada. Thor Magni kom til Canada síðst í mai fyri at røkja uppgávuna. Reiðaríið hevur í eitt ár arbeitt við at tillaga Thor Magna til hetta stóra arbeiðið. Krøvini frá kanadisku myndugleikunum hava verið sera umfatandi. M.a. hava teir kravt, at veitingarskipið Thor Magni skal hava kanadiskt flagg, og harvið uppfylla øll krøv frá kanadiska skipasýninum, "Transport Canada". Manningin skal eisini vera kanadisk, og harvið hevur tí nógv orka eisini verið løgd í at menna kanadisku manningina til hetta serliga arbeiðið. Ein skipari og ein maskinstjóri frá THOR eru við umborð á Thor Magna sum "advisors" og umboð fyri THOR.

Arbeiðið í Kanada kemur at taka einar 4-5 mánaðar. Tá verður arbeiðið steðgað, tí veður- og ísviðurskiftini broytast aftur í september-oktober. Tá verður Thor Magni so strikaður aftur í kanadisku skipaskránni.

“Vit í THOR eru sera stolt av at verða ein strategiskur partnari í einari so stórari og umfatandi verkaætlan, sum henda er í Kanada,” sigur Per Gulklett, stjóri, sum sjálvur hevur verið í Kanada og staðið fyri uppgávunum í sambandi við at fáa skipið undir kanadiskt flagg.

Nógv Thor skip til arbeiðis hjá PGS

Tað er ikki uttan orsøk, at bæði myndugleikar og oljufeløg raðfesta kanningar av kanadisku undirgrundini. Vónirnar til at finna meira olju og gass eru nevniliga stórar. Oljuframleiðslan í Kanada veksur eisini støðugt og er Kanada nú 7. størsti oljuframleiðari í heiminum við 3.7 mill. tunnum um dagin. Framleiðslan er vaksin úr uml. 2.0 mill. tunnum um dagin í ár 2000. Í Norðsjónum er oljuframleiðslan hjá Norra, Onglandi og Danmark minkað í eina helvt í sama tíðarskeiði.

Seismikkskipini hjá PGS arbeiði kring allan heimin. Hini tvey super seismikskipini hjá PGS, Ramform Atlas og Ramform Hyperion arbeiða ávíkavist út fyri Angola og í Miðjarahavinum. Veitingarskip hjá teimum eru Thor Frigg og Thor Omega.

Ramform Sovereign arbeiðir uttan fyri Eysturmalaysia, sum er partur av Borneo. Malaysisku statirnir har eita Sabah og Sarawk. Veitingarskip er Thor Freyja.

Thor Modi og Thor Assister arbeiða nú saman við Ramform Vanguard í Norðsjónum. Hann er bygdur í 1999 og hoyrir til fyrsta klassan av Ramform seismikkskipum, V-klassan. Hesi skip eru 86 metrar lpng og 40 metrar breið.

Thor Alpha arbeiðir saman við PGS Apollo út fyri Suðurtaiwan. Hann er bygdur í 2010 og er 106 metrar langur og 19 metrar breiður. Hettar er eitt 10 streamara skip. Eyðkenni fyri hesa typu er høgur fartur, sum ger, at skipið skjótt kann flyta seg frá øki til øki. Áðrenn hetta arbeiðið í Taiwan vóru PGS Apollo og Thor Alpha saman í New Zealandi. So skipini hjá Thor arbeiða víða um.

Selja eldru skipini og menna flota

THOR OFFSHORE hevur tey síðstu árini málrættað arbeitt við at menna offshore-flotan við nýggjari tonnagu, sum teir sjálvir hava designað, og so at selja tey flestu eldru skipini. Hettar hevur gingið eftir ætlan sigur Per Gulklett. 5 veitingarskip eru seld og so eisini farmaskipið Thor Skandia. Tvey skip eru eftir at selja, Thor Chaser og Thor Pioneer. Hesi skip vónar hann teir fáa selt seinni í ár.

Ramform Titan, sum vitjaði á Fuglafirði herfyri, er bygdur í 2013 á Mitsubishi Skipasmiðjuni í Nagasaki, Japan. Skipið er 104 m langt og 70 m breitt , og er tað fyrsta í eini seriu av 4 super seismikskipum frá hesi japonsku skipasmiðju. Hini eru: Ramform Atlas, bygdur 2014, Ramform Thetys, bygdur í 2015 og Ramform Hyberion, bygdur í 2017.

Ramform Sterling er bygdur á Langsten skipasmiðjuni í Norra í 2009 sum annað av S-klassa seimikkskipunum hjá PGS. Hitt er Ramform Sovereign, sum er bygdur í 2008 á somu skipasmiðju. Hesi skipini eru 102 metrar lang og 40 metrar breið.