Kristian Thulesen Dahl, formaður fyri Dansk Folkeparti (Mynd: Politiko.dk)

Thulesen Dahl: - Heldur nýval enn skattalætta til toppskattaði

Niels Petersen

17.09.2016 - 14:17

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Kristian Thulesen Dahl helt fyrrapartin røðu í Herning Kongrescenter, á ársfundinum hjá Dansk Folkeparti. Og tað var ein dundurtala. Hann lat ongan sum helst iva vera um, at Dansk Folkeparti ætlar als ikki at bakka fyri kravinum hjá Liberal Alliance um skattalætta til tey sum verða toppskattaði. Sambært Dr.dk vil hann heldur fara til fólkatingsval.

Liberal Alliance hevur við sínum kravið um at lækka toppskattin við fimm prosentum, skakað grundarlagið undir stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, sum er ein minnilutastjórn.

Kristian Thulesen Dahl segði millum annað í røðu síni, at Dansk Folkeparti ikki stuðlar nakrari avtalu í heyst, har tey sum rinda toppskatt, skulu fáa fimm prosent í lætta. Tað kemur ikki at henda, segði formaðurin fyri væl uppmøtta ársfundinum í Herning.

Formaðurin DF endaði við at siga, at hann nógv heldur var sinnaður at fara til val, heldur enn at góðtaka krøvini frá LA. Og tá hann rópti spyrjandi til fundarfólkið í høllini, um tey vóru klár til eitt fólkatingsval, rungaði eitt greitt JA frá teimum.

Sostatt rillar grundarlagið undir samgonguni hjá Lars Løkke Rasmussen forsetisráðharra.