(Savnsmynd: EPA)

Tí er Pál ikki við í innmarsjinum

Ingi Samuelsen

27.06.2015 - 17:45

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Størsta vón føroyinga um fleiri gullmerki á oyggjaleikunum á Jersey er sjálvandi svimjarin Pál Joensen.

Men tey, sum rokna við at síggja Pál Joensen undir setanarhátíðarhaldinum í kvøld, verða skuffað.

Pál brúkar tíðina at venja í svimjihylinum Les Qunnevais har kappingarnar byrja mánadagin.

Pál kom ikki til Jersey fyrr enn seinnapartin í dag. Hann fleyg út Danmark umvegis London fyri at koma til Jersey. Av tí at hann ikki náddi sína dagligu svimjivenjing í morgun, valdi Pál Joensen at fara beina leið av flogvøllin og í kappingarhylin at venja í kvøld.

Harvið verður hann ikki við til setanarhátíðarhaldið.

Mánadagin skal hann svimja 1500 metrar frá.