Søk um Umhvørvisstuðul 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

30.01.2018 - 20:55

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Freistin at søkja um Umhvørvisstuðul er 15. mars 2018. Í ár verða umsóknir innan fyri evnið “tilfeingi” viðgjørdar. Umsøkjarar skulu vera tøkir eina viku eftir umsóknarfreistina, at koma til samrøðu.

Umhvørvisstuðulin er kr. 250.000, og játtast kann í mesta lagi helvtin (kr. 125.000) til eina umsókn.

Umhvørvisstuðulin verður latin í Umhvørvisvikuni 2018, ið verður 5-9. mai. Umsøkjarar, ið fáa játtaðan stuðul, hava eina framløgu um verkætlanina í Umhvørvisvikuni, skrivar Tórshavnar kommuna.

Les meira um umsóknarblað og reglugerð her.