Mynd: listinblog.blogpost.com

- Tíðindaleiðarin fór í eitt annað gir - húsið eksploderaði

Sverri Egholm

24.04.2018 - 21:36

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Øssur Winthereig, journalistur, hevur í dag lagt eina viðmerking á sín blogg. Eina viðmerking um støðuna millum tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, stjóran í Kringvarpinum og Mentamálaráðið.

- Tann seinasti dokumentarurin um skattamálið vísti, hvussu kringvarpið valdi at leggja seg á aktivistisku linjuna hjá Astrup og halda onnur sjónarmið uttanfyri. Og tann, sum helt hondina yvir hesum journalistikki var tíðindaleiðarin. Tey, sum talaðu at - ella spurdu - fingu ikki nógv viðhald. Nýggi stjórin - óroyndur í journalistikki - fekk at vita, at hann skuldi ikki lata sum um hann var stjóri. Har vóru aðrir valdsstrukturar galdandi í KvF - og teir stóðu tíðindaleiðarin og hennara fylgisveinar fyri: atfinningar máttu ikki koma, eftirmeting av sendingini skuldi stýrast, øll uttan onkur úrvaldur skuldu halda seg burtur.

- Tá hetta ikki lagaði seg eftir høvdinum hjá tíðindaleiðaranum, so eksploderaði húsið - fór í fleiri partar, sum fóru upp í móti hvørjum øðrum og - sum mær er sagt - førdi til hjartabankan fleiri staðni í húsinum. Tíðindaleiðarin sjálv fór í eitt annað gir, sum eisini Mentamálaráðið í síni niðurstøðu sigur var ov nógv av tí góða og sum ógjørligt var hjá nýggja stjóranum at slúka.

- Hetta var ein uppgerð við ein valdsstruktur og eina journalistiska linju, sum eg havi kallað tann aktivistiska journalistikkin, sum stendur upp í móti tí klassiska journalistikkinum.

Les alla viðmerkingina her