Liljan Weihe søgd úr starvi

Tíðindaskriv

21.12.2017 - 16:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Kringvarpsstjórin hevur í dag gjørt av at loysa tíðindaleiðaran úr starvi hennara. 

Orsøkin er illoyali atburður hennara mótvegis stjóra og stovni við at skriva ósannindi um stjóran til stýrisformannin og lata hesi ósannindi leka út, soleiðis at tað m.a. stóð at lesa í Vikuskiftissosialinum tann 24. november 2017. Stjórin metir, at tíðindaleiðaran við hesum illoyala atburði móti stovninum hevur skatt umdømið hjá stovninum og álitið á leiðsluna á ein slíkan hátt, at avgerð er tikin um at loysa hana úr starvi.

Samsvarandi almenna starvsfólkapolitikkinum og sáttmálanum við avvarðandi fakfelag fekk tíðindaleiðarin tann 30. november 2017 skriv um ætlanina at loysa hana úr starvi við eini hoyringsfreist á fjúrtan dagar. 

Viðmerkingarnar í hoyringssvarinum hava ikki broytt upp á ætlanina, sum soleiðis er framd í dag. Tíðindaleiðarin er sostatt loyst úr starvi sínum við virknaði frá 1. januar 2018 við eini uppsagnartíð samsvarandi setanarbrævinum, og er hon fríttstillað í uppsagnartíðarskeiðnum.

Í næstum verður starvið sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya lýst leyst at søkja.

Tíðindaskriv frá Kringvarpi Føroya