(Mynd: Pætur Skeel Nolsøe)

Tíggju springarar dripnir í Hvalvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.06.2018 - 23:24

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Tíggju springarar vóru fyri løtu síðani dripnir í Hvalvík. Talan var helst um ein part av springarabólkinum, sum fyrr í kvøld varð sæddur út fyri Hvítanes.

Fýra bátar vóru við í rakstrinum, og tað verða einir tveir springarar í part, upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, í kvøld.

Men nú ljóðar, at fólk hava sæð ein springarabólk út fyri tyrlupallin úti við Strond í Havn. Hvat og hvussu er enn óvist. Helst er hetta ein annar partur av bólkinum, sum varð sæddur fyrr í kvøld.

Dagføring: 00:11: Enn hava vit so einki frætt, og eg vænti at bátarnir eru givnir at leita nú tað er blivið so seint, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður við Portalin í kvøld.




beint nú