Tikið verður kortini upp til løgfrøði í summar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.02.2018 - 14:33

Tíðindi > Útbúgvingar

18. januar varð boðað frá, at orsaka av sparingum verður upptøka til fulltíðarlestur til master í løgfrøði avlýst í 2018.

Eftirfylgjandi hevur Fróðskaparsetur Føroya hugt eftir øðrum møguleikum at finna sparingar, soleiðis at upptøka í summar kortini verður.

Hetta hevur eydnast, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðu síni. Við at leggja skeiðsskránna um, eru neyðugu sparingarnar funnar og tí er nú avgerð tikin um at upptøka til fulltíðarlestur til master í løgfrøði verður á sumri 2018, sum vant.



beint nú