Til Fuglafjarðar at binda í fleiri dagar

Snorri Brend

01.07.2014 - 14:26

Tíðindi > Ítriv - handarbeiði

Tær kvinnur, ið dáma væl at binda, eiga at seta kross í álmannakkan tan 16. apríl næsta ár.

Tá byrjar nevniliga Bindifestivalurin í Fuglafirði við verkstovum, kaffistovum, sølubásum, gallakvøldi og øllum tí, ið hoyrir einum Bindifestivali til.

Hóast langt er til henda festivalin, er longu greitt, at til verkstovurnar verður dentur lagdur á at fáa kreativar og dugnaligar undirvísarar – bæði føroyskar og útlendskar.

Kaffistovurnar verða karmur um áhugaverdar fyrilestrar, pallborð og lættari undirhald. Allar dagarnar verður høvið at fáa sær ein góðan bita.

Kunnað verður nærri um tey einstøku tiltøkini seinni – og eisini um, hvussu ein ognar tær atgongd til Bindifestivalin.

Meiri kunning um Bindifestivalin fæst á Facebook
www.facebook.com/bindifestivalur.

Bindifestivalurin verður í døgunum 16. til 18. apríl 2015.