(mynd: uefa.com)

Til Hafnarfjarðar í øðrum umfari?

Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 10:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Um tað skuldi eydnast Víkingi at spælt seg víðari til annað umfar í Champions League kappingini, so gongur leiðin til Hafjafjarðar í Íslandi at spæla móti FH.

Fyri løtu síðani var lutakast um hvussu spælast skal í øðrum umfari, ið verður kallað fyrsta undanumfar.

Um so er, at Víkingur spælir seg víðari móti Trepça89 úr Kosovo, so stendur FH úr Hafnafirði á skránni.

FH hevur heimadyst í fyrsta dystinum, sum verður spældur 11. ella 12. juli, meðan Víkingur hevur heimadyst 18. ella 19. juli

Les eisini: Víkingur skal til Kosovo 

Klokkan 12 verður farið til lutakastið til fyrsta umfar í Europa League, har trý føroysk lið eru við, NSÍ, B36 og KÍ.