Til minnis um Nikolaos Kapnas

Minningarorð

24.12.2015 - 14:38

Tíðindi >

Nikos er farin og ikki bert hansara kæru hava mist mann, vin og faðir, men allar Føroyar hava mist ein vin, ein úrvalstónleikara og heimsborgara, sum valdi Føroyar til sítt heim. Og tað var okkum fongur, tá Nikolaos Kapnas og Hedwig Westerlund-Kapnas í 1998 við sínum trimum børnum valdu at koma til Føroya at búgva og virka - hann við violin og bratsj og hon við leiklistini.

Sjálv møtti eg Hedwig, tá eg skrivaði meg inn til lestur á Føroyamálsdeildini í 2000, har eg hevði ta gleði at lesa samstundis sum hon. Hon var ein av hesum, sum vísti mær og konfronteraði meg við hetta at arbeiða sum listafólk og við list og listasamskipan. Nikos sjálvur gjørdist tíðliga ein kærur vinur pápa mín og gav við sínum sinnalagi, síni heimsfatan og lívs- og listafatan familju míni á Argjum nógv. Sama kann eg siga um Hedwig og børnini. Tey eru eisini fyrimyndir, tá tað kemur til tilflyting og at gerast partur av nýggja samfelagnum. Ofta spyrji eg meg sjálva, um vit eru nóg tilvitað um slík?

Nikos var lærari hjá Pól, beiggja mínum, í bratsj og hava teir gjøgnum tónleikin – ikki minst í Føroya Symfoniorkestri – havt eitt inniligt og sterkt vinalag, sum hevur rúmað allari familjuni. Rúma tíð spældu teir saman í strúkikvartett, har eisini Kjartan, bróðir, spældi við á cello, og teir gleddu mong við vakrastu klassisku perlunum á strúkiljóðføri. Tann gáva Nikos gav okkum og pápa okkara til jarðarferð hansara fyri fýra og hálvum ári síðani, er ein gáva, sum vit bera við okkum – sum ikki verður uppi. Hann spældi sorgina inn í fyrsta upprunaføroyska stykkið fyri violin, sum William Heinesen skrivaði yvir tema úr Kingosálminum “Vågn op og slå på dine strenge”. Og tá eg tíðliga i november bar hetta á mál fyri Nikos, hómaðist varandi vinalagið, kærleiki og ævinleiki.

Familjan Westerlund-Kapnas hevur ríkað og ríkar okkara lív og eg veit, hvussu tey hava ríkað Føroyar. Uzbekistan, Grikkaland og Finnland og Føroyar undir sama taki. Gjøgnum Nikos fingu Musikkskúlin og Symfoniorkstrið eina av hesum brennandi sálunum, hvørs ávirkan, vit als ikki kunnu gera upp í pengum og jarðiskum virðum.

Eg drýpi høvur í virðing og takksemi, men sorg um hann, vit mistu – men mest, sum tit mistu, kæra Hedwig, Mattias, Theodor og Saga. Í tykkum fingu vit vinir í orðsins rætta týdningi. Gjøgnum tykkum lærdu vit nógv um lívið og listina. Máttu vit kunna staðið saman við tykkum og kunnað hjálpt og troystað, nú deyðin skuggar fyri báðum – vit vita, at lívið og listin sigra umsíðir. Harrin gav, Harrin tók, Harrans navn veri lovað!

Norðragøta 24.desember
Hanna Jensen