Mynd: Tvoroyrarskuli.fo/Leivur Nygaard

- Tilbúgvingarætlanin hjá skúlanum riggaði í stóran mun

Sverri Egholm

11.06.2017 - 18:34

Tíðindi >

Tað var fríggjadagin, at eldur kom í virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Allur býurin var evakueraður, tí amoniakk var í roykinum.

Á Tvøroyrar skúla var hetta ein púra vanligur dagur, tá knappliga klokkan 10 alt broyttist. Flokkarnir vóru ymsastaðni í býnum, og tað var ymiskt hvussu støðan varð handfarin.

Men sum heild metir skúlin, at tilbúgving skúlans riggaði á nøktandi hátt, tó so, at onkrar smávegis broytingar skulu gerast í tilbúgvingarætlanini, so hon kemur at rigga enn betur.

Ymsastaðni í býnum
Næmingarnir vóru ymsastaðni í býnum og á fjørðinum. 5. flokkur, sum taldi 22 næmingar, var hendan morgunin farin út á fjørðin við Thorshavn. Farið var av Hvítanesbrúnni kl. 9.30, og neyvan vóru vit komin út á fjørðin, fyrrenn vit sóu hvítan royk miðskeiðis á Tvøroyri.

Leiðslan á skúlanum samskifti allatíðina við lærararnir, sum vóru við næmingunum á Thorshavn, og klokkan 11:30 fingu teir boðini at sigla til Vágs.

Aðrir flokkar vóru koyrdir til Hvalbiar og aðrir til Hovs, har fólk stóðu fyri teimum við opnum ørum, sigur Tvøroyrar skúli í frágreiðingini.

Skúlagongd verður sum vanligt aftur í morgin árini klokkan 8.

Øll frágreiðingin kann lesast her

Sí eisini: Myndir: Soleiðis sær Varðin Pelagic út eftir eldin