Mynd: Norðlýsið

Tilgongd til KÍ

Agnar Frederiksen

11.01.2018 - 23:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

KÍ fær nýggjan útlendskan álopskendan leikara í hópin. Hetta skrivar Norðlýsið í kvøld. Talan er um 28 ára gamla Boris Dosljak, ið er frá Montenegro.

Hetta er fjórði leikarin, ið KÍ fær tilgongd av í vetur. Í seinastu viku boðaði felagið frá, at serbiski Deni Pavlovic kemur at styrkja um verjupartin, og fyrr í vetur eru miðvallarinir Kristoffur Jakobsen og Hákun Edmundsson komnir til.

Norðlýsið skrivar soleiðis um Boris Desljak, ið seinasta hálva árið hevur leikt við Iskra í bestu deildini í Montenegro, og hevur skotið 4 mál í 15 dystum fyri felagið:  

Boris spælir vanliga sum høgri vongur, men hevur eisini spælt sum vinstri vongur og sum álopsleikari. Boris hevur fyri tað mesta spælt í bestu deildini í Montenegro umframt, at hann í tveimum umførum hevur spælt í næstbestu deildini í Serbia.

Gongst alt sum ætlað, so kemur Boris Dosljak til Klaksvíkar í vikuskiftinum og verður við mánakvøldið, tá KÍ byrjar sínar regluligu venjingar.

Sáttmálin millum KÍ og Boris Dosljak er galdandi fyri kappingarárini 2018 og 2019.