Tilnevningarnar til FMA 2018 klárar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

28.02.2018 - 08:24

Mentan > Mentan > Tónleikur

Leygarkvøldið 10. mars verður ársins Faroese Music Awards virðislønir handaðar í Norðurlandahúsinum.

Í dag hevur Kringvarp Føroya kunngjørt hvørji nøvn eru tilnevnd í teimum ymsu bólkunum:

Popp/rokk

Ársins sangari: Eyðun Nolsøe, Bjarki Hansen, Ragnar Finsson, Janus Wiberg Mortensen og Jón Aldará

Ársins songkvinna: Jóhanna Norðberg Niclasen, Kristina Bærendsen, Elinborg Pálsdóttir Lea Kampmann og Jenný Kragesteen

Ársins útgáva: Dagur legst at degi - Eyðun Nolsøe, Son of Fortune - Son of Fortune, Lán mær eitt oyra - Swangah, Common Blue - Lea Kampmann og Momo - Momo

Ársins sangur: Tað er løtan - Eyðun Nolsøe, Trong troyggja - Altverkið, Crazy foggy - Kristina Bærendsen, Mítt vakra Føroya land - Janus Wiberg Mortensen og Frosthvarv - Hamferð

Ársins bólkur/einstaklingur: Hamferð, Frum, Swangah, Lea Kampmann og Momo

Opin flokkur:

Ársins sangari/einleikari: Kim Kristensen, Mattias Kapnas og Teitur Lassen

Ársin bólkur/kór: Alda Magna, Dansifelagið í Havn og Tórshavnar Big Band

Ársins útgáva/konsert: Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar - Ingálvur av Reyni, Kapnas spælir Blak - Mattias Kapnas og  Minnist tú enn - Tórshavnar Big Band

Ársins kompositión: Autumn - Sunleif Rasmussen, Cold Winters Day - Fred Ruddick og Vatn og grót - Kristian Blak

Tað er eisini greitt, hvør fer at framføra á sjálvum kvøldinum í Norðurlandahúsinum. Tey luttakandi verða Mattias Kapnas, Eyðun Nolsøe, Lea Kampmann, Alda Magna, Son of Fortune, Tarira, Ólavur á Váli, Asyllex, FRUM og MOMO

Seinni í vikuni verður kunngjørt, hvørji eru tilnevnd sum Ársins nýggja navn, Ársins framleiðari og fyri at hava gjørt Ársins videolag.