Natalie Portman, Reese Witherspoon og Emma Stone eru við í átakinum

Time's Up: Hollywood stjørnur í stríð móti kynsligum ágangi

Ingi Samuelsen

02.01.2018 - 09:55

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Yvir 300 kendar kvinnur í undirhaldsvinnuni í USA eru farnar saman um eina ætlan móti seksuellum ágangi.

Í forargilsi yvir royndir um at gera órætt rættan aftur, hava 300 kvinnuligir Hollywood sjónleikarar, umboðskvinnur, framleiðarar og stjórar tikið stig til nýggja átakið, sum tær kalla ’Time’s Up’ (tíðin er farin, -red.).

Endamálið við ’Time’s Up’-herferðini er at stríðast móti kynsligum ágangi í undirhaldsvinnuni og á arbeiðsplássum kring landið. Tað skriva kvinnurnar í einum opnum brævi, sum í gjár varð kunngjørt á heimasíðuni hjá rørsluni.

Tær 300 kvinnurnar ynskja at stovna ein grunn við 15 milliónum dollarum – 93 milliónum krónum. Pengarnir skulu brúkast til at stuðla kvinnum í arbeiðarastættini, ið uppliva kynsligan ágang, harðskap ella misnýtslu á arbeiðsplássum teirra, men sum ikki sjálvar hava ráð til ein advokat.

13 milliónir dollarar – um 81 milliónir krónur – eru longu komnar inn í gávum.

Millum kendu kvinnurnar handan átakið finna vit sjónleikarar sum Cate Blanchett, Natalie Portman, Meryl Streep, Emma Stone, Reese Witherspoon, America Ferrera og Eva Longaria.

’Time’s Up’ hevur ongan leiðara, men er skipað í fleiri arbeiðsbólkar.

Ein av bólkunum arbeiðir til dømis við at skipa eina umboðsnevnd, ið skal støðga kynsligum ágangi í undirhaldsvinnuni Ein annar bólkur arbeiðir við at skapa størri javnstøðu í leiðsluni í undirhaldsvinnuni. Og ein triði bólkur arbeiðir við, at minnilutar, eitt nú á seksuella økinum, verða hoyrdir.

’Time's Up' varð sett á stovn stutt eftir at #MeToo rørslan kyknaði sum úrslit av, at filmsleiðarin Harvey Weinstein varð avdúkaður fyri at hava framt kynsligan ágang í stórum vavi.