Panoramamynd av Hósvík ‎21. ‎juni ‎2014. Mynd Johan Johannessen, Hoyvík

Tín summarmynd: 82 sermerktar løtur

Jógvan Hugo Gardar

13.07.2014 - 13:41

Tíðindi >

Um 100 myndir hava vit fingið inn, síðani Portalurin fríggjamorgunin heitti á lesarar sínar um at senda okkum sínar bestu summarmyndir.

Flestu myndirnar eru náttúrumyndir av fjøllum og frá fjallatúrum, eisini hevur mjørkin spælt ein leiklut í nógvum av myndunum, ið eru innsendar.

Hetta summarið hevur verið sera gott til veður, og løturnar, sum eru verdar at varðveita í eini fotomynd - tað tey enskttalandi kalla "kodak moments" - hava verið nógvar.

Vit halda fram við at leggja út vøkru myndirnar. Niðanfyri eru tær 82 fyrstu myndirnar, ið komu inn, og seinni í dag koma fleiri myndir.

Portalurin takkar hjartaliga fyri tær nógvu innsendu myndirnar.

Tey sum ynskja at senda okkum myndir, kunnu gera tað til redaktion@knassar.fo