Tindhólmur og Suðuroy gerast royndarøki fyri Mars-ferðum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

15.08.2014 - 01:21

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

Føroyska kolalindin minnir um tilfarið, sum er á gongustjórnuni Mars. Ætlanin er tí at brúka støð á Tindhólmi og í Suðuroy í sambandi við fyrireikingar av komandi ferðum til Mars. Leygardagin verður fyrilestur á Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík, har granskarar, sum vitja Jarðfeingi í løtuni greiða frá hvussu Føroyar eru í ferð við at gerast royndarøki fyri gransking av gongustjórnini Mars.

“Hevur lív nakrantíð verið á gongustjørnuni Mars? Og um so er, hvat skap høvdu hesar livandi verur?” Hesir spurningar eru høvuðsmál hjá amerikansku rúmdarkanningarstovnunum NASA og ESA á kanningarferðum til Mars.Curiosity, sum er rúmdarakfar hjá NASA, ferðast í løtuni á Mars við hópin av útgerð, so sum myndatólum og øðrum tólum, sum kunnu kanna steinsløg og lívrunnin evni.

Ein nýggjur rúmdarrobottur, nevndurExoMars,hjá ESA, væntast at vera klárur í 2018. Hann fer at hava boriútgerð, sum er før fyri at taka tríggjar metrar djúpar royndir av yvirflatuni á Mars. NASA fyrireikar í løtuni Mars 2020 kanningarferðina, har ætlanin er at savna inn hópin av tilfari á Mars, sum verður tikið heim til Jørðina seinni til nágreiniligar kanningar.

Síðan 2003 eru hesi rúmdarakfør ment á støðum á Svalbard, sum minna um Mars. Hetta er partur av norsku verkætlanini AMASE (Arctic Mars Analog Svalbard Expedition). Nýggjar dátur um legugrýti á Mars vísa, at føroyska kolalindin minnir um tilfar frá Mars. Eins og á Mars stava føroysk sedimentir frá tærdum basalti, har leysa tilfarið verður ført við vatni út í áir og vøtn.

Verkætlanin AMASE 2014 ætlar at brúka støð í Suðuroy og á Tindhólmi til at kanna vísindaligar spurningar og at royna tól umborð á ExoMars-robottinum hjá ESA.

Slíkar dátur úr Føroyum verða liður í fyrireikingunum av rúmdarferðini, tá robotturinExoMarsskal lenda á gongustjørnuni Mars í 2019.

Tiltakið á Tjóðsavninum leygardagin kl. 13 er alment og ókeypis.