Tingformaðurin ynskir ikki Miðflokkin í samgongu

Ingi Samuelsen

21.11.2017 - 14:38

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í dag skuldu samráðingarnar millum samgonguna og Miðflokkin um samstarv halda fram. Men um samráðingarnar skuldu enda við eini semju, er tað ikki vist, at tinglimirnir í samgonguni taka undir við at fáa Miðflokkin uppí.

Ovasti leiðari í tinginum, tjóðveldismaðurin Páll á Reynatúgvu. Talar nú alment at. Hann hevur seinnapartin skrivað eina dagføring á Facebook, har hann biður floksfelagar sínar um at gevast og royna at finna loysnina innanveggja.

- Alt ber ikki til í politikki, skrivar løgtingsformaðurin.

Viðmerkingarnar eru – sum vera man – nógvar til hesa útmelding frá tingformanninum. Ein teirra ljóðar soleiðis:

- Tað er ikki just at spæla innanveggja at skriva hendan statusin ha?

Dagføringin hjá Pálli á Reynatúgvu er soljóðandi:

"Má bara siga sum er! At fáa Miðflokkin inn í samgonguna hóvar mær illa. Virðisgrundarlagið sampakkar ikki við politikkin hjá hesi samgonguni, og hesum samgonguflokkunum. Leggið handan bóltin deyðan, og roynið loysnina innanveggja. Alt ber ikki til í politikki!"