Tingfundur settur uttan fráboðan frá Bjarna Hammer

Ingi Samuelsen

28.02.2018 - 11:15

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tingmaðurin Bjarni Hammer hevur enn ikki tikið áheitanina frá floksformanni sínum, Aksel V. Johannessen, løgmanni, til eftirtektar um at siga tingsessin frá sær fyribils.

Eftir at tíðindablaðið Sosialurin mánadagin bar tíðindini um, at Bjarni Hammer hevur verið íblandaður eitt mál við sølu av hassji, heitti løgmaður á Bjarna Hammer um at biðja um farloyvi frá løgtingsarbeiðinum.

Men enn hevur Bjarni Hammer ikki biðið formansskapin í Løgtinginum um farloyvi.

Fyri løtu síðani varð løgtingsfundurin settur fyri at viðgera eitt uppskot um at skipa Kringvarp Føroya við tveimum tíðindadeildum. Roknað varð við, at tingmaðurin úr Suðuroy kanska fór at biðja um farloyvi og lata næsta fólk at javnaðarlistanum taka sæti á tingi fyri seg, men Páll á Reynatúgvu setti tingfundan uttan nøkur boð frá Bjarna Hammer.

Hann var heldur ikki til staðar, tá tingfundurin varð settur.