Tingfundurin ikki byrjaður enn

Ingi Samuelsen

12.12.2017 - 10:58

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Nú skjótt ein tíma eftir at tingfundurin skuldi setast í morgun, er tingfundurin ikki byrjaður.

Sum skilst verður bíðað eftir fleiri broytingaruppskotum, sum nú verða skrivað áðrenn uppskotið um sjófeingi kemur til triðju viðgerðar.

Sum kunnugt varð uppskotið samtykt við aðru viðgerð við einari atkvøðu í meiriluta, sum varð tryggjað tá Magni Laksafoss klearaði sína atkvøðu fyri Kristin Michelsen, ið varð farin uttanlands tá málið varð til aðru viðgerð fríggjadagin.

Kristin Michelsen sigst vera ein teirra, sum fer at leggja broytingaruppskot fyri tingið til triðju viðgerð.

Fylg við á tingvarpinum her