(Savnsmynd)

Tingfundurin niðurlagdur

Ingi Samuelsen

24.10.2017 - 09:18

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgtingið tykist ikki til reiðar at atkvøða um at burturvísa uppskot løgmans um Stýrisskipan Føroya, eins og løgtingsins umsiting og formansskapur mælir til.

Tá tingfundurin varð settur, heitti Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins um at fáa ein skáa til at tosa saman, og Páll á Reynatúgvu, tingformaður, gekk áheitanini á møti, og legði fundin niður í 15 minuttir.