Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini leggur fram álitið

Tingfundurin seinkaður 50 minuttir

Ingi Samuelsen

08.12.2017 - 10:26

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Nógv umrøddi tingfundurin í dag, skuldi verið settur klokkan hálvgun tíggju, varð ikki settur fyrr enn klokkan var farin 20 minuttir yvir 10.

Orsøkin til seinkingina er vánaligu líkindini, sum forðaðu tingfólki at møta til tíðina.

Fyrsta mál á skránni er nógv umrødda málið um fiskivinnunýskipanina. Roknast kann við drúgvari viðgerð, tí fleiri broytingaruppskot eru komin til aðru viðgerð, upplýsti tingformaðurin.

Onki eykafólk varð kallað inn til fundin í dag, og Kristin Michelsen, ið er burturstaddur í dag, hevur sostatt ikki biðið um at fáa eykafólk inn fyri seg.

Fylg við tingvarpinum beinleiðis her

Les eisini: Óvissa um samgongan hevur meiriluta á tingfundinum í dag