Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tinglimir finnast hvassliga at setanini av tíðindaleiðara

Sverri Egholm

20.04.2018 - 22:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað er ikki farið aftur við borðinum hjá tinglimum, at Mentamálaráðið í dag kom við einari niðurstøðu í málinum um uppsøgnina av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum.

Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Kaj Leo Holm Johannesen og Heðin Mortensen vístu á, at tað sum var hent í dag ikki var heilt rætt.

- Í dag hava vit fyri fyrstu ferð sæð reina politiska setan av tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya. Fyrstu ferð, at tað nakrantíð er hent, at man reint politiskt hevur sett sín tíðindaleiðara, vildi Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum vera við.

- Tá ein landsstýriskvinna setur tíðindaleiðaran aftur í starv er tað óhugnaligt. Hetta her sum hendir í løtuni er óhugnaligt, segði Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum.

- Vit eiga nógv góð dugnalig fólk í Kringvarpinum. Men tað sum hendi í dag - eg undrist stórliga, segði javnaðartingmaðurin Heðin Mortensen.

Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður gjørdi vart við, at hann ikki helt tað vera hóskandi at tosa um persónar á røðarapallinum. Hann vildi ikki taka støðu til hvat var rætt og skeivt í málini av ógildanini av uppsøgnini av tíðindaleiðaranum.

Viðmerkingarnar komu í sambandi við uppskot frá Jørgen Niclasen um at fyritøkur skulu vera undantiknar kringvarpsgjald. Málið bleiv beint aftur í nevnd.

Les eisini: Mentamálaráðið ógildar uppsøgnina av Liljuni Weihe

Les eisini: Johnny í Grótinum: Hetta kom óvart á meg