Hetta er skíggjamyndin, fólk fáa fram í kvøld - um tey fáa nakað fram yvirhøvur

Tingvarpið kláraði ikki trýstið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.05.2017 - 23:27

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Tað eru nógv fólk runt um landið, ið sita spent frammanfyri telduskíggjanum og fylgja viðgerðini av hjúnabandslógini. Sum vit skrivaðu fyrr í dag, var viðgerðin útsett nakrar tímar, tí Fólka-, Sambands- og Miðflokkurin løgdu misálit á løgmann.

Onnur viðgerð av broytingini í hjúnabandslógini kom til viðgerðar beint eftir misálitið. Løgtingsfólk hava viðgjørd broytingarnar seinastu tíðina.

Tað hevur verið møguligt at fylgja orðaskiftinum á heimasíðuni hjá KVF og løgtinginum, men av eini ella aðrari orsøki krasjaði skipanin fyri løtu síðani. Helst er tað orsaka av stóra áhugaðnum fyri fyrst misálitinum á løgmann og síðani viðgerðini av hjúnabandslógini.

Tingfundurin byrjaði klokkan 9.30 í morgun og enn koyra tey á.