Logoið hjá Real Chapecoense funnið umborð á vanlukkuflogfarinum. Mynd: Daily Mail

- Tit kunnu nýta allar okkara leikarar

Jens Hákun Leo

01.12.2016 - 09:08

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Tað var týsmorgunin, at tíðindini bórust um, at eitt leiguflogfar við 81 fólkum var dottið niður mitt í Kolumbia, og at 76 av fólkunum umborð høvdu latið lív, harav meira enn helmingurin av hópinum hjá brasilianska fótbóltsliðnum Real Chapecoense, sum var ávegis til Medellin í Kolumbia at leika fyrru finaluna av tveimum í Copa Sudamericana.

Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at Real Chapecoense hevði leikt seg í finaluna í Copa Sudamericana, t.e. tað suðuramerikanska svarið uppá Europa League.

Nú hevur so Club Libertad úr Paraguay, sambært Daily Mail, bjóðað seg fram til at lata allan hópin hjá sær til Real Chapecoense, tá ið felagið Real Chapecoense einaferð byrjar at luttaka aftur í fótbóltskappingum eftir hesa syrgiligu vanlukkuna.

Í einari fráboðan segði Club Libertad, sum Real Chapecoense annars vann á í Copa Sudamericana á vegnum til finaluna, soljóðandi hesum viðvíkjandi...

- Tað er við stórari sorg, at vit í Club Libertad kondolera okkara bróðurfelag Real Chapecoense við hesari syrgiligu vanlukkuni, og vilja vit boða frá, at vit vilja lata allan hópin hjá okkum vera tøkan fyri Real Chapecoene at brúka til eitthvørt ítróttarligt tiltak í framtíðini, hetta til heiðurs fyri teir falnu leikararnar, sum høvdu eina frálíka yrkisleið, bæði í tí heimligu kappingini og á altjóða pallinum, segði Club Libertad í fráboðanini, sambært Daily Mail.