Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Tivoli, listaframsýningar, kappróður og midnáttarrøða - her er skráin

Heidi Karolina Midjord

26.05.2017 - 20:02

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Norðoyarstevnan í ár er nummar 81 í røðini, og er nógv á skránni í Klaksvík í vikuskiftinum. Stevnan varð sett klokkan 18:15 í kvøld tá Signhild V. Johannesen helt røðu, og eftir tað opnaði tivoli.

Leygardagin er nokk at fara til, m.a. fleiri listaframsýningar, konsertir, framførslur, dansur og nógv annað.

Hæddarpunktið verður leygardagin klokkan 15, tá kappróðurin er, sum altíð savnar nógv fólk saman.

Leygarkvøldið verður felagssangur í Vágstúni klokkan 22:30, og eftir tað tónleikur frá m.a. harmonikuspælarum og hornorkestri.

Á midnátt kemur søgufrøðingurin Jóannes Hansen at halda midnáttarrøðu.

Sunnudagin klokkan 14 verður skrúðgonga úr Klaksvíksgarði til Vágstún, har Marjun Lómaklett flytir fram røðu.

Til ber at síggja skránna fyri Norðoyarstevnuna á