Mynd frá flokstinginum. Mynd: Jens Kr. Vang.

Tjóðveldi nýggja heimasíðu

Tíðindaskriv

11.04.2015 - 14:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Á flokstinginum í Runavík 11. apríl 2015 varð nýggja heimasíðan hjá Tjóðveldi løgd fram.

Á nýggju heimasíðuni eru allir upplýsingar um, søgu, skipan, virksemi, avrik og politisku mál floksins. Har ber til at tekna seg sum lim og at stuðla flokkinum.

Heimasíðan fer at bera fesk tíðindi, myndir, sjónbond og kjak – eins og virksemið hjá flokkinum á Facebook og øðrum miðlum sæst á síðuni.

Á nýggju heimasíðuni ber eisini til at lesa og leita í teimum nýggju stevnumiðunum, sum Tjóðveldi samtykti herfyri.

Flokkurin er helst tann fyrsti nakrantíð í Føroyum, sum hevur orðað og samtykt hugsjónir, visjónir, politikk og ítøkilig mál fyri øll samfelagsøki.

Og til ber við leitiskipan at finna beint á, hvat flokkurin vil og stendur fyri um alt frá fullveldismálum, búskapar- og fíggjarpolitikki, vælferð, útbúgving, vinnupolitikki, heilsumálum, mentan og list, orku, økismenning, náttúruvernd, pensjónum, bústøðum, uttanríkismálum, eldrapolitikki, ungdómspolitikki, arbeiðsmarknaði, rættartrygd, javnstøðu, familjupolitikki o.s.fr.

Les meira um flokstingið við at trýsta á her.