Bjørt Samuelsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Tjóðveldi slakað nógv

Sverri Egholm

04.12.2017 - 22:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Stutt fyri klokkan hálvgun sjey í kvøld kom álitið um fiskivinnunýskipanina úr vinnunevndini í løgtingið.

Í fleiri dagar hevur verið bíðað eftir álitinum, og í vinnunevndini hava tey arbeitt nógv seinastu dagarnar fyri at fáa semju um málið. Og Tjóðveldi hevur slakað nógv, segði Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini við Dag & viku í kvøld.

- Vit hava slakað longu upprunaliga tá uppskotið varð lagt fram av landsstýrismanninum.

- Hendan stjórnin sum situr, er í veruleikanum fyrsta minnilutastjórnin, sum hevur virkað í Føroyum, og vit mugu gera stórar neyðsemjur.

Hóast man heldur seg hava avtalur, so brádliga vísir tað seg, at man ikki kann telja upp í 17, sigur Bjørt Samuelsen.

- Man hevur roynt at flutt nøkur ting, sum man onkursvegna kundi møta teimum ymisku sjónarmiðum, sum tíverri hava gingið hvør sín veg í hesum málinum.

Saman við formonnunum í flokkinum hava vit roynt at finna nakrar loysnir, sum vit vóna at undirtøka verður fyri, segði Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, við Dag & viku í kvøld.

Í Framsókn eru tey nú farin at ivast í uppskotinum. Sambært Honnu Jensen eru tað serliga økiskvoturnar, sum við álitinum fara úr 7 prosentum og upp í 8,5 prosent, sum ger, at Framsókn nú fer at tosa innanflokka um hetta.

Uppboðssøluparturin er eisini minkaður. Svartkjafturin verður verðandi á 25 prosentum, men sild og makrelur verður koyrdur niður á 15 prosentum.

Onnur viðgerð av uppskotinum um fiskivinnunýskipanina verður fríggjadagin.

Les eisini: - Hetta er farið yvir um nøkur mørk

Les eisini: Meirilutin í vinnunevndini: Høgni Hoydal eigur at umhugsa sína støðu