Tjóðveldi yvirhálaði C og B á málstrikuni – E og C á fólkating

Hallur av Rana

18.06.2015 - 21:26

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tjóðveldi er vorðin størstur flokkur til fólkatingsvalið. Tað gjørdist greitt aftaná at úrslitið úr Havnini er talt saman.

Tjóðveldið lá annars á einum fjórða plássi áðrenn Eiði og Tórshavn vórðu tald við, men við at gerast størsti flokkur í Havnini, eydnaðist tað Tjóðveldinum at enda á fremsta plássi við 5730 atkvøðum.

Næstur er Javnaðarflokkurin við 5666 atkvøðum og nummar trý er Sambandsflokkurin við 5500 atkvøðum.

Sambandsflokkurin hevði annars verið nummar eitt í alt kvøld, men havnarfólk vildu tað øðrvísi enn restina av landinum, og góvu Tjóðveldi eina dygga álitisváttan.

Fólkaflokkurin gjørdist nummar fýra við 4.368 atkvøðum, Framsókn nummar fimm við 749, Miðflokkurin nummar seks við 605, Nýggja Sjálvstýri nummar sjey við 403 og Uttanflokkalistin aftast við 345.