Tjóðveldisfólk mintust Kára á Rógvi

Hallur av Rana

11.04.2015 - 10:36

Tíðindi >

Í formansrøðuni, ið Høgni Hoydal bar fram á flokstingið Tjóðveldis fyrr í morgun, brúkti hann høvi at minnast tey, ið eru farin síðsta árið. Millum teirra er Kári á Rógvi, fyrrverandi tingmaður og formaður fyri Sjálvstýrisflokkin, ið formaðurin í Tjóðveldinum nýtti høvi at senda eina serliga kvøðu til. Í røðuni segði Høgni.

- Og síðani vit hittust seinast, eru eisini tjóðveldisfólk, ið vit syrgja og sakna, tí tey hava róð seinasta teinin í árinum, sum er farið. Vit senda mildar og heitar tankar til teirra og til teirra, ið stóðu teimum næst, og takka fyri tað, ið tey hava givið okkum.

- Fari eisini at loyva mær at senda eina serliga kvøðu – og djúpastu samkenslukvøður til tey, ið sita eftir hann, - til ein politiskan felaga og góðan og hollan vin, sum so brádliga varð tikin hiðani av fold: Kára á Rógvi, professara, fyrrverandi tingmaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

- Kári var so øgiliga nógv – og millum annað var hann ein tann fremsti tjóðarbyggjari, ið vit hava átt í nýggjari tíð. Bæði í sínum politiska virki, í sínum strevi at byggja løgfrøðiútbúgving í Føroyum, sum høvundur til føroyska grundlóg og í sínum frítíðar- og mentanarvirksemi. Eitt gosfjall er slóknað við Kára á Rógvi. Og tað er ein ólýsandi missur. Men tað, ið hann hevur sett niður og fingið at næla, fer at liva í øldir.

Tá formaðurin hevði sagt hesi orð, bað hann fundarfólki um at reisa seg og við tøgn minnast tey, ið eru farin síðsta árið.