Pauli Trond Petersen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tjóðveldisumboðið skrivaði ikki undir broytingaruppskotið

Sverri Egholm

20.12.2017 - 11:12

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgtingið avgreiddi í nátt fíggjarlógina við einum broytingaruppskoti frá samgonguumboðum í fíggjarnevndini og Jógvani Skorheim í Sjálvstýri.

Men umboðið hjá Tjóðveldi í fíggjarnevndini, Pauli Trond Petersen, skrivaði ikki undir hetta broytingaruppskotið. Hetta vakti ans og fleiri andstøðu tinglimir undraðust á tingsins røðarapalli.

Millum aðru og triðju viðgerð komu yvir 40 broytingar, sum høvdu eina økta útreiðslu á 16 milliónir. Sum skilst var tað hetta, tjóðveldisumboðið var ónøgt við.

Sambært Norðlýsinum var Pauli Trond Petersen so ónøgdur, at hann ætlaði at taka orðið, sum samgongufólk annars ikki gjørdu undir triðju viðgerð í nátt.

Men hetta fekk Páll á Reynatúgvu eftir øllum at døma tosa Paula Trond Petersen frá, tí hann tók ikki orðið.

Fíggjarlógin varð samtykt við triðju viðgerð klokkan umleið 02:45 við 26 atkvøðum fyri, ongari ímóti og 7 blankum. Eftir hetta fór løgtingið í jólafrí.

Sí eisini: Video: Heðin Mortensen hótti við at niðurleggja fundin