Tjóvar rændu gimsteinar fyri 4 mió. evrur frá Ritz Hotel í París



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.01.2018 - 20:59

Tíðindi > Uttanlands > Brotsverk

Í gjár rændu 5 menn við øksum gimsteinar fyri 4 mió. evrur frá heimskenda Ritz Hotel í París. Tað var áleið kl. 7:30, at menninir, sum vóru ílatnir hettutroyggjum, gingu inn í móttøkuhøli í hotellinum. Menninir brúktu bakdyrnar at koma inn.

Stutta tíð eftir vórðu tríggir av monnunum handtiknir, men tveir sluppu til rýmingar. Men eini av teimum, sum slapp til rýmingar, gjørdi ikki mætari enn at missa eina rúgvu av gimsteinum.

Eitt av eygnavitnunum fortelur, at so skjótt menninir runnu inn í hotelli, var barrvørurin skjótur at biðja øll, sum vóru stødd í barrini, um at skunda sær inn í køkin, har hurðarnar vórðu vórðu stongdar.

Eygnavitni fortelur, at tey hoyrdu 10 skotrundir, áðrenn tey megnaðu at goyma seg. Ein av barrvørðunum fekk hjálp frá sjúkrahjálpara eftir tilburðin.

Vaktarleiðarin á hotellinum megnaði at seta alarm í gongd, sum stongdi tríggjar av brotsmonnunum inni. Tá løgreglan kom, skutu teir eftir monnunum við elektriskum vápnum, áðrenn menninir vóru handtiknir, sigur eygnavitni, sambært CNN.

Teir báðir síðstu brotsmenninir sluppu sær til rýmingar á einum skutara. Teir eru enn ikki funnir